Við einum 2-1 sigri á heimavølli móti Tottenham heldur Chelsea trýstið á Manchester United, sum í dag spælir á útivølli móti Arsenal. Munurin er nú trý stig. Tað var annars Tottenham, sum legði seg á odda í dystinum móti Chelsea á Stamford Bridge við máli, sum Sandro skoraði. Men beint undan hálvleikinum sendi Frank Lampard eitt skot móti málinum, sum Tottenham málverjin, Heureiho Gomes, kloddaði undir seg og inn í málið.
Fleiri vilja vera við, at bólturin ikki var innan fyri, men myndirnar vísa týðiliga, at tað var hann.
Stutt undan leikloki eydnaðist so innskifta Salomon Kalou í trunkaspæli at skora sigursmálið, og harvið leggja trýst á oddaliðið, Manchester United. Teir skulu í dag møta Arsenal á útivølli, og komandi vikuskifti taka teir ímóti júst Chelsea.
So alt er ikki avgjørt i Onglandi enn.









