Chelsea í hálvfinaluni

Eftir ein lítið vælleiktan kvartfinaludyst í Carling Cup kappingini á Stamford Bridge, gjørdist Chelsea ov stórur biti fyri Liverpool Lagt var upp til heilt stóru kvartfinaluna í Carling Cup kappingini, tá Chelsea tók ímóti Liverpool á Stamford Bridge. Men sum so ofta, tá stórlið hittast, so er »forventningens glæde« best.

Spælið gjørdist ongantíð gott, hópurin av feilavleveringum frá báðum síðum og í heila tikið ein dystur, har verjurnar áttu yvirtakið.

Tó so, í fyrra hálvleiki høvdu liðini hvør sín risamøguleika, tá fyrst Frank Lampard gjørdist púra leysur við Liverpool málverjanum, sum tó fekk bjarga heldur lunkaðu royndini, og minuttin seinni varð Levin Lucas líka leysur í hinum endanum, men Cehc bjargaði væl.

Men 13 minuttir inn í seinna hálvleik fekk Lampard ein møguleika í høgru síðu av brotsteiginum, og tað vísti seg, at taklingin frá Carragher lyfti bóltin upp um málverjan í málið til 1-0.

Bert tveir minuttir seinni varð Peter Crouch vístur av vølli fyri eina hálvavegna vitleysa takling av John Obi Mikel, og við 10 móti 11 var einki at gera.

Í endaminuttunum eydnaðist Schevtchenko at skora frá spískum til 2-0