Fyrst brendi Kevin-Prince Boateng brotsspark og tríggjar minuttir seinni skoraði Didier Drogba einasta málið í finaluni. Chelsea hevur endurvunnið FA-Cup og eru greipuvinnari 2010.
Portsmouth hevur í ár verið eitt reint sirkus. Felagið hevur verið keyp og selt fleiri ferðir og í løtuni er skuldin væl omanfyri eina milliard. Í Premier League fingu teir frátikið níggju stig orsaka av vánaligu fíggjarligu støðuni. Felagið hevur selt fleiri av bestu spælarunum og skiftu venjaran Paul Hart út við Avram Grant.
Hóast støðan hevur verið høpileys(?), so hevur Portsmouth stríðst fyrimyndarliga í hvørjum dysti og í FA Cup megnaðu teir, við millum annað at vinna á Tottenham í hálvfinaluni, at koma í finaluna. Men Didier Drogba og Chelsea gjørdust ein ov stórur biti.