Carlo Ancelotti er ikki longur venjari hjá enska fótbóltsfelagnum Chelsea. Felagið hevur í dag kunngjørt, at venjarin hevur fingið sekkin. Á heimasíðu felagsins stendur, at tey ítróttarligu úrslitini hava ikki verið nøktandi fyri eigaran, Roman Abramovich.
Carlo Ancelotti kom til Chelsea á sumri í 2009, og longu tað fyrsta árið eydnaðist tað felagnum at vinna enska meistaraheitið og FA-cup. Men í hesum kappingarárinum fær Chelsea einki steyp, og tað er russiski eigarin ikki nøgdur við. Tí hevur Carlo Ancelotti fingið sekkin í dag.