Chelsea gevur venjaranum sekkin

André Villas-Boas er beint nú koyrdur frá, sum venjari í Chelsea.

 

Tað skrivar BBC beint nú.

 

Hann hevur ikki verið venjari í eitt ár, men úrslitini hava ikki verið eftir vild.

 

Seinasti seymurin varð negldur í kistuna í gjár, tá ið Chelsea tapti 1-0 fyri West Bromwich Albion.

 

Samstundis hevur liðið bara vunnið tríggjar av teimum seinastu 12 dystunum í ensku landskappingini.

 

Gamli Chelsea miðvallarin, Roberto de Matteo er settur fyribils venjari, til ein endalig loysn er funnin og leysasøgur ganga um, at tað kann so væl vísa seg at verða gamli Liverpoolvenjarin, Rafarl Benitez, sum verður næsti venjari í Chelsea

 

Tað hevur leingi verið væntandi, at hann fór at fáa sekkin, men mett varð eisini, at avgerðin fór at verða tikin eftir Champions League dystin seinni í mánaðinum ímóti Napoli.

 

Napoli vann fyrra dystin 3-1 og nógvir eygleiðarar hava hildið, at Villas-Boas fór at fáa møguleikan at broyta tað úrslitið, so at Chelsea kom víðari í kappingini.

 

Men tapið ímóti WBA í gjár fekk so bikarið at flóta yvir.