Chelsea ger eina seinastu roynd

Við einum 2-0 sigri á Manchester City í dag, hevur Chelsea givið eitt tekin um, at teir eru sinnaðir at bjóða Manchester United av í oddastríðnum. Sambært Sky Sports, so er hetta dýrast dysturin í Premier League søguni. Tilsamans hava feløgini brúkt áleið 5 milliardir krónur at seta liðini saman. Hóast stóru upphæddirnar, so var dysturin ikki so spennandi og væl leiktur, sum tey flestu helst høvdu vónað. Fernando Torres byrjaði inni á sínum 27-ára føðingardegi, meðan bæði Didier Drogba og Nicolas Anelka byrjaðu á bonkinum. Manchester City var uttan liðskiparan, Carlos Tevez, sum er skaddur.

 

Chelsea kom á odda tólv minuttir fyri tíð. Innskifti Didier Drogba sendi eitt fríspark innfyri, sum miðverjin, David Luiz, stútaði í kassan. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, økti Ramires til endaliga úrslitið 2-0.

 

Chelsea yvirhálar við sigrinum í dag Manchester City og liggur nú nummar trý, níggju stig aftanfyri Manchester United á fyrsta plássi. Oddaliðið hevur tó spælt ein dyst fleiri og liðini hava ein dyst eftir sína millum á Old Trafford.

 

Premier League úrslit í dag:

 

Chelsea Manchester City 2-0

1-0 David Luiz, 78

2-0 Ramiers, 90+2

 

Sunderland ? Liverpool 0-2

0-1 Dirk Kuyt, 33 br

0-2 Luis Suarez, 77