Chelsea funnið avloysaran fyri Mata

Juan Mata skiftir til Manchester United, avloysarin kemur úr Egyptalandi

Alt bendir á, at Juan Mata í næstum verður seldur til Manchester United fyri áleið 335 milliónir krónur. Spaniólin hevur verið drúgvur fyri Chelsea, men síðani José Mourinho kom aftur til felagið hevur hann ikki spælt eins nógv.

 

Sum avloysara fyri Juan Mata, hevur Chelsea nú so gott sum keypt Mohamed Salah frá FC Basel. Chelsea hevur váttað, at FC Basel hevur góðtikið boðið frá Chelsea, sum sigst ligga um 100 milliónir krónur.

 

Mohamed Salah verður umrøddur sum tann “egyptiski Messi”. Hann er 21 ára gamal, húsast á vonginum, har tað mangan gongur við rúkandi ferð. Chelsea og sveisiska felagið vóru í bólki saman í Champions League, har Salah spældi teir góðar dystir móti júst Chelsea.

 

Tað ljóðaði annars leingi, at Liverpool var favorittur at keypa vongin. Tað er tó ikki nakað nýtt, at Liverpool ikki fær teir spælararnar, sum felgið verið sett í samband við. Spælarar sum Henrikh Mkhiteryan(Borussia Dortmund), Willian(Chelsea), og Christian Eriksen(Tottenham) sigast allir at hava verið mál hjá Liverpool, sum síðani eru endaðir hjá kappingarneytum.