Diego Costa gjørdi sítt, tá Chelsea helt fram við at vera ovast á vøllinum eftir umfarið í dag.
Chelsea er framvegis nummar eitt í ensku Premier League kappingini.
Eftir ein 3-0 sigur á Aston Villa í dag er Chelsea framvegis ósigrað í Premier League. Southampton er framvegis nummar tvey, eftir2-1 sigur í dag á QPR.
Annars leiktu Liverpool og Everton 1-1 í dag og tað merkir, at liðini eru nummar 12 og 13 í løtuni.