Norski dómarin, Tom Henning Øvrebø hevði kanska sín ringasta dag, sum fótbóltsdómari, tá hann dømdi seinnu hálvfinaluna millum Chelsea og Barcelona á Stamford Bridge seinasta mikukvøld.
Tom Henning Øvrebø yvirsá fleiri brotsspørk, sum Chelsea átti, og tað hevur fingið ilt í fleiri Chelsea-fjepparar, og nú skal vreiðin hjá teimum ganga út yvir norska luttakaran í tí europeisku tónleikakappingini ?Grand Prix?.
Chelsea-fjepparnir heita nú á Bretland og onnur lond, um at syrgja fyri, at Alexander Rybak, sum umboðar Noreg ikki fær nakað stig í europeisku tónleikakappingini.
Alexander Rybak er annars favorittur til at vinna Grand Prix-kappingina hjá fleiri veddingarfyritøkum. Men nú arbeiða Chelsea-fjepparar hart fyri, at Noreg og Alexander Rybak ikki fáa sigurin í europeisku tónleikakappingini til høldar.