FIFA, altjóða fótbóltssamgongan, hevur í dag givið Chelsea keypsbann í eitt ár og eina bót á næstan fýra milliónir krónur. Orsøkin er, at felagið hevur brotið reglurnar um at keypa spælarar, sum eru yngri enn 18.
FIFA skrivar í tíðindaskrivi, at Chelsea í 29 førum ikki hevur fylgt reglunum, tá felagið hevur keypt spælarar. Tað fylgja nógvar treytir við, tá tú skal keypa ein spælara, sum er undir 18. Millum annað hevur FIFA staðfest, at Chelsea í samband við keypi av Bertrand Traore í 2014 hevði goldið mammuni pengar longu í 2011.
Bretskir miðlar vænta tó, at Chelsea fer at kæra dómi til ítróttardómstólin og harvið fáa útsett dómin í eitt flytingarvindeyga. Hetta ger, at felagið kann styrkja seg, áðrenn keypsbannið kemur í gyldi.