Hóast Ryan Babel minkaði um munin, tá 116 minuttir vóru spældir, so var tað ov lítið hjá Liverpool.
Í longdu leiktíðini á Stamford Bridge hevði Chelsea størru orkuna, og fult uppiborið vunnu teir sær rættin at spæla finaludyst móti Manchester United.
Essien hevði júst fingið mál kolldømt fyri rangstøðu, tá Sami Hyypia feldi Michael Ballack, og so fekk Frank Lampard møguleikan.
Lampard hevur júst mist mammu sína, og talan var um rørandi myndir, tá hann grátandi fegnaðist um málið, sum kanska er tað týdningarmesta, ið hann nakran tíð hevur skotið.
Og tá Didier Drogba beint undan hálvleikinum í longdu leiktíðini skoraði sítt næsta - og tað triðja hjá Chelsea - kundi Abramovich so smátt byrja at hugsa um, hvussu ferðin til Moskva skuldi bíleggjast.
Fýra minuttir undan seinasta bríksli minkaði Babel um munin, men nærri enn tí sama kom Liverpool ongan tíð finaludystinum, ið altso verður millum tey bæði bestu liðini í Onglandi. Og altso eisini tey bestu í Europa.










