Chelsea fekk bank á heimavølli

Tveir dystir hava verið í Premier Legaue í dag. Sunderland tapti í fjør 7-2 á Stamford Bridge ímóti Chelsea og Chelsea hevur í ár vunnið allar sínar heimadystir. Vit tí í huga, var ilt at fáa eyga á ein Sunderland sigur undan dystinum.

 

Sunderland kom væl frá byrjan og kundi havt verið á odda við fleiri málum í hálvleikinum, umframt at Branislav Ivanovic skudi verið vístur av vøllinum sambært millum annað Andy Gray viðmerkjara hjá SkySports, fyri at fella ein púra frían Danny Welbeck. Tað var fult uppiborið, tá Nedum Onuoha stutt fyri hálvleik legði Sunderland á odda við frálíkum einmansavriki.

 

Í seinna hálvleiki helt Sunderland fram at trýsta og tað endaði við, at Asamoah Gyan legði Sunderland á odda 2-0 eftir skjótt og gott uppspæl. Ímóti endanum økti Danny Welbeck, tá Ashley Cole skuldi spæla bóltin aftur til málmannin. Bólturin endaði fyri føturnar á Danny Welbeck, sum lættliga kundi senda bóltin víðari í tóma málið.

 

Arsenal vann fyrr í dag 2-1 á Everton á Goodison Park. Bacary Sagna legði Arsenal við góðum skoti úr spískum, áðrenn Cesc Fabregas økti til 2-0. Tim Cahill minkaði um munin stutt fyri tíð, men tað var og seint til at fáa nakað burturúr.

 

Chelsea er framvegis fremst við 28 stigum. Síðani koma Arsenal við 26 og Manchester United við 25 stigum.

 

Chelsea ? Sunderland 0-3 (0-1)

0-1 Nedum Onuoha, 44

0-2 Asamoha Gyan, 52

0-3 Danny Welbeck, 87

 

Everton ? Arsenal 2-1 (0-1)

0-1 Bacary Sagna, 36

0-2 Cesc Fabregas, 48

1-2 Tim Cahill, 89