Petr Cech varð rikin av vølli, og vi ðmálum frá Titus Bramble, Hugo Rodallega og Paul Scharner eydnaðist tað í dag Wigan at gerast fyrsta liðið, sum hevur tikið stig frá Chelsea hetta kappingarárið. Enntá øll trý stigini.
Og so er javnt í toppinum, eftir at Manchester United við Ryan Giggs á odda vann 2-0 á útivølli móti Stoke, meðan Liverpool veruliga tykist hava funnið slóðina, eftir at teir vunnu 6-1 á Hull. Millum annað við einum hat-trick frá Fernando Torres.
Úrslitini í dag vóru hesi:
Portsmouth-Everton 0-1
Blackburn-Aston Villa 2-1
Tottenham-Burnley 5-0
Birmingham-Bolton 1-2
Wigan-Chelsea 3-1
Stoke-Manchester Utd 0-2
Liverpool-Hull 6-1
Fulham-Arsenal 0-1