Tað kom ikki hol á fyrr enn meir enn ein tími var farin av dystinum. Í 68. minutti stóð Didier Drogba á rætta staðnum, tá John Terry royndi seg við skoti eftir horna. Bólturin endaði hjá Drogba, sum skoraði tætt undir málinum.
Tá tíðin var um at vera farin, økti Florent Malouda og Frank Lampard til endaliga úrslitið 3-0.
Chelsea vann FA Cup í fjør og nú eru teir bara ein dyst frá at endurvinna steypið. Hin hálvfinalan er ímillum Tottenham og Portsmouth og verður leikt í morgin.










