Chelsea hevur vunnið 131. FA Cup finaluna við einum 2-1 sigri á Liverpool. Ramires og Didier Drogba løgdu Chelsea á odda 2-0, meðan Andy Carroll minkaði um munin fyri Liverpool, sum trýstið seinastu løtuna.
Bæði liðini vóru í at síggja til í verjukendum uppstillingum við bara tí eina framherjanum í part. Luis Suarez fyri Liverpool og Didier Drogba fyri Chelsea. Tað sást eisin fyrstu tíggju minuttirnar har lítið og einki hendi.
Aftaná 11 minuttir misti Liverpool bóltin á miðvøllinum og so gekk skjótt. Juan Mata sendi Ramiers avstað, sum rann frá Liverpool verjuni og smekkaði til lágt við nærmastu stong. Pepe Reina í Liverpool málinum fekk akkurát hondina á bóltin, men tað var ikki nokk til at steðga skotinum, sum fór í mál.
Liverpool royndi at svara aftur stutt seinni, men Branislav Ivanovic vardi væl fyri skotinum hjá Craig Bellamy. Chelsea hevði fult tamarhald á restina av fyrra hálvleiki. Liverpool spældi við lítlum til ognum hugflogi og megnaði ongantíð at leggja Chelsea undir trýst.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki royndi Liverpool at trýsta, men blivu skjótt revsaðir. Aftaná 52 minuttir spældi Frank Lampard framherjan, Didier Drogba, leysan í Liverpool brotsteiginum. Nakað kroystur smekkaði hann til við vinstra beini. Bólturin snýkti seg millum beinini á Martin Skrtel og í mál. Didier Drogba er tann fyrsti leikarin, sum hevur megnað at skotið mál í fýra FA Cup finalum.
Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, reageraði við at skifta Andy Carroll inn fyri Jay Spearing. Smáar tíggju minuttir seinni minkaði hann um munin, tá Stewart Downing taklaði bóltin til Andy Carroll í Chelsea brotsteiginum. Hann sneiddi John Terry av og smekkaði bóltin í nettakið til 2-1.
Eftir málið vaknaði Liverpool og megnaði fyri fyrstu ferð í dystinum at leggja Chelsea undir trýst. Nærmastur at skora var Andy Carroll, tá hann við handari stong stútaði, men Petr Cech stórbjargaði. Liverpool leikararnir vildu verða, at bólturin var innanfyri. Sjónvarpsmyndirnar vístu tó, at bólturin ikki var heilur innanfyri.
Luftin fór úr Chelsea ballónini seinastu minutirnar, men teir megnaðu at verja fyri trýstinum frá Liverpool og vann FA Cup finaluna.
Alt í alt var sigurin uppiborðin. Fram til málið hjá Andy Carroll hevði Liverpool einki at bjóða upp á, men seinasta hálva tíman var Liverpool omaná og kundi havt javnað.
FA Cup finalan:
Chelsea Liverpool 2-1 (1-0)
1-0 Ramiers, 11
2-0 Didier Drogba, 52
2-1 Andy Carroll, 64
Chelsea: Petr Cech José Bosingwa, Branislav Ivanovic, John Terry, Ashley Cole Jon Obi Mikel, Ramires(Raul Meireles, 76.min), Frank Lampard Juan Mata(Florent Malouda, 90.min), Salomon Kalou og Didier Drogba
Á bonkinum: Ross Turnball, Paulo Ferreira, Michel Essien, Daniel Sturridge og Fernando Torres
Liverpool: Pep Reina Glen Johnson, Martin Skrtel, Daniel Agger, José Enrique Jay Spearing(Andy Carroll, 55.min) Jordan Henderson, Steven Gerrard Craig Bellamy(Dirk Kuyt, 78.min), Stewart Downing og Luis Suarez
Á Bonkinum: Alexander Doni, Martin Kelly, Jamie Carragher, Jonjo Shelvey og Maxi.










