Chelsea hevur vunnið sær pláss í enn einari FA Cup finalu. Hetta hendi aftaná ein 2-1 hálvfinalusigur á Arsenal á Wembley Leikvøllinum í London í dag.
Dysturin endaði 2-1 til Chelsea. Hálvleiksstøðan var javnleikur 1-1. Didier Drogba skeyt sigursmálið hjá Arsenal sjey minuttir undan leikloki, tá hann skoraði frá 16 metra fjarstøðu.
Arsenal kom annars á odda 1-0 tíðliga í dystinum við málið, sum Theo Walcott skeyt, tá eitt skot hjá honum bleiv avrættað, og lumpaði Petr Cech í Chelsea-málinum.
Tá farið var út um hálva tíman javnaði Chelsea við einum skoti hjá Florent Malouda, sum setti bóltin framvið Lukasz Fabianski í Arsenal-málinum, og inn við nærmastu stongina.
Í morgin klokkan 15 spæla Manchester United og Everton hina hálvfinaluna í FA Cup kappingini.