Chelsea eftir Kaka og Messi

Hóast fleiri av mongu milliardunum hjá Roman Abramovich longu eru brúktar, so nervar hetta ikki Chelsea í at royna at fáa enn fleiri toppspælarar til felagið. Nú sigur venjarin hjá felagnum, Avraham Grant, at hann fegin vil hava bæði Kaka hjá Milan og Lionel Messi hjá Barcelona til felagið. Enn er einki nevnt um, hvussu nógv Chelsea møguliga skal gjalda fyri spælararnar, men Grant heldur, at talan er um somikið stórt felag, at spælarar altíð vilja siga ja til ein sáttmála.