Chelsea dyrgir eftir enskum miðverja

Ungur miðverji úr Everton skal møguliga spæla í nýggjari bláari troyggju

Ensku meistararnir, Chelsea, hava higartil styrkt seg við Radamel Falcao og Asmir Begovic til komandi kappingarár. Sambært Sky Sports, ið plagar at hava grein í sínum máli, so roynir Chelsea eftir ungum miðverja úr Everton.

 

Talan er um 21 ára gamla John Stones, ið verður sæddur sum eitt av allar størstu ensku talentunum í Premier League. Sambært Sky Sports hevur Chelsea boðið Everton 250 milliónir fyri mannin, men hetta er ikki nóg nógv, tí at Everton hevur sagt nei til tilboðið og tykist ikki at vera sinnað at selja unga miðverja sín.

 

John Stones hevur umboðað enska landsliðið fýra ferðir.