Chelsea í Carling Cup finalu

Wycombe Wanderes skelkaði fótbóltsheimin, tá teir í fyrru hálvfinaluni í Carling Cup leiktu javnleik ímóti Chelsea.

Seinna hálvfinalan var á skránni í kvøld, men nú var Chelsea við yvirlutan. Teir vunnu dystin 4-0, og serliga gjørdi umstríddi áleyparin, Andriy Shevchenko, um seg á vøllinum. Hann legði Chelsea á odda bæði 1-0 og 2-0, áðrenn Lampard skoraði til bæði 3-0 og 4-0.
Eftir dystin segði Jose Mourinho, at Shevchenko hevði givið honum tað, sum hann hevði biðji um, og at eingin ivi var um, at hann fór at byrja inni næsta dyst. I annaðkvøld verður greitt, um Chelsea skal møta Tottenham ella Arsenal í finaluni í Cardiff 25. februar.