Tað gekst nøkurlunda sum serfrøðingarnir høvdu spátt.
Chelsea stóð longu undan seinnu hálvfinaluni í Europa League við sera góðum kortum á hondini, eftir at hava vunnið fyrsta dysti á útivøli móti FC Basel 2-1.
Heimaliðið fekk tó ein skelk, tá Mohamed Salah legði gestirnar á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Men innanfyri níggju minuttir tíðliga í seinna hálvleiki fór Chelsea frá 0-1 til 3-1,og harvið var dysturin avgjørdur.
Fyrst skoraði Fernando Torres, eftir at Basel málverjin ikki fekk hildið einari roynd frá Frank Lampard, og tveir minuttir seinni skoraði Victor Moses eftir tveimum royndum.
Málið til 3-1 skoraði David Luiz, og hann skorar sjáldan eitt vanligt mál. Tað gjørdi hann heldur ikki hesaferð, tá hann við einum first-timara við einum skrúvaðum bólti sendi kúluna í tríkantin frá uttan fyri 16-meturin.
Basel royndi at trýsta eftir hetta og hevði bóltin nógv, men gjørdust ongantíð vandamiklir.
Í hinari hálvfinauni hevði Fenerbache ein 1-0 sigur við sær á Estadio Estoril, og tað sá rættiliga gott út, tá Dirk Kuyt javnaði við einum brotssparki málið, sum Nicolas Gaitan hevði sett í netið eftir níggju minuttum.
Tað merkti, at Benfia skuldi skjóta tvey mál aftrat fyri at vinna - og tað var júst tað, ið heimaliðið gjørdi. Oscar Cardozo gjørdist hetjal, tá hann skoraði bæði restandi málini sum merkja, at tað verður portugisiska liðið, ið skal møta Chelsea á Amsterdam Arena 15. mai.