Chelsea basti City

1-0 tapið var tað fyrsta hjá Manchester City á heimavølli í hesum kappingarárinum

Størsta partin av tíðini líktist heimaliðið ikki sær sjálvum, tá ið Chelsea í kvøld megnaði at vinna 1-0 á útivølli ímóti Manchester City, sum hevði spælt tjúgu dystir á rað uttan at tapa. Chelsea var leikliga greitt omaná ímóti teimum ljósabláu, sum ikki vístu tað, teir annara hava megnað fyrr í hesum kappingarárinum.

 

Hetta var fyrsta heimatapið í landskappingini hjá Manchester City í hesum kappingarárinum. Síðstu løtuna royndi heimaliðið at leggja nógv fyri í royndini í hvussu so er at vinna eitt stig, men tað eydnaðist ikki at skora.

 

Einasta málið skoraði Branislav Ivanovic við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum í 1. hálvleiki.

 

Chelsea hevði flestu vandamiklu atsóknirnar, og tríggjar ferðilr høvdu gestirnir bóltin á træverkinum aftanfyri landsliðsmálverjan Joe Hart, meðan Petr Cech í Chelsea málinum ikki hevði so nógv at gera.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at Arsenal er oddalið eftir 24 umfør við 55 stigum. Manchester City og Chelsea hava 53 stig, og á fjórða og fimta plássi hava Liverpool og Everton ávikavíst 47 og 45 stig. Tottenham er á sætta plássi við 44 stigum, og Manchester United er nummar sjey við 40 stigum.

 

Leygardagin á middegi hittast Liverpool og Arsenal.

 

Skráin í 25. umfari er henda:

Leygardagin 8. februar

Liverpool-Arsenal

Sunderland-Hull

Southampton-Stoke

Norwich-Manchester City

Chelsea-Newcastle

Aston Villa-West Ham

Crystal Palace-West Bromwich Albion

Swansea-Cardiff

 

Sunnudagin 9. februar

Tottenham-Everton

Manchester United-Fulham