Chelsea vann ein tryggan 2-0 sigur á heimavøllinum hjá Manchester City: City of Manchester Stadium. Richard Dunne beindi bóltin í egið net longu eftir 6 minuttir, og so var kósin løgd til sigurs hjá Chelsea. Salomon Kalou staðfesti sigurin í 53. minutti, tá hann skoraði til 2-0. Í morgin kl. 13.30 leikar Manschester United á útivølli ímóti Middlesbrough. Vinna teir tann dystin verða teir 5 stig frammanfyri Chelsea, og 8 stig frammanfyri Arsenal. Tapir United stendur Chelsea aftur við einum veruligum møguleika. Hini úrslitini:
Newcastle-Reading 3-0 (2-0)
Aston Villa-Bolton 3-0 (1-0)
Blackburn-Tottenham 1-1 (1-1)
Fulham-Sunderland 1-3 (0-1)
Wigan-Birmingham 2-0 (1-0)
Manchester United 76 stig
Chelsea 74 stig
Arsenal 71 stig
Liverpool 64 stig
-------------------------
Birmingham 30 stig
Bolton 26 stig
Fulham 24 stig
Derby 11 stig