Chelsea er aftur einsamalt oddalið í Premier League. Tað er greitt, eftir at teir í kvøld vunnu 2-0 á útivølli ímóti Stoke.
John Terry legði Chelsea á odda longu í 2. minutti, og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki gekk leingi javnt á, og hóast Stoke ikki smæddist burtur, so var tað Cesc Fabregas, ið tryggjaði Chelsea ein 2-0-sigur.
Við sigrinum er Chelsea nú aftur einsamalt oddalið í Premier League. Teir hava 42 stig, um eru trý stig fleiri enn Manchester City.
Stoke – Chelsea 0-2 (0-1)
0-1: John Terry, 2.
0-2: Cesc Fabregas, 78.