Hetta hendir, tí ein úrskurður nú staðfestur, at Chelsea hevur lokkað 18 ára gamla Gael Kakuta at bróta sáttmála sín við Lens, soleiðis at hann kundi skifta til Chelsea.
Spælarin sjálvur hevur fingið eina bót á 780.000 eurur, og hann sleppur ikki at spæla nakran skrásettan dyst næstu fýra mánaðirnar.
Chelsea hevur 10 dagar til at umhugsa dómin, men lítil ivi er um, at felagið fer at kæra. Ikki minst, tá hugsað verður um hørðu revsingina.