CHEF AID: Freistin úti í dag

Seinasta freist at stuðla kokkinum er í dag kl. 16.00. Fram til tá ber til at stuðla kokkinum við at flyta pening á eina serstaka konto í Føroya Banka. Higartil hava tónleikararnir savna saman um 25.000 krónur til hart rakta kokkin Hans Jákup Garðalíð, sum borðreiddi fyri teimum við Múrin.

 

Konsertin sunnudagin kastaði góðar 18.000 krónur av sær, og umframt tað eru einar 6.000 krónur fluttar á kontu nummar 6460-1818726 sum er stovnað til endamálið. Tey, sum hava flutt pening eru bæði privatpersónar og fyritøkur.

 

Kontan verður afturlatin í dag kl. 16.00, og tá verður endaliga støðan gjørd upp, og peningurin verður handaður Hans Jákupi. Í miðlunum varð skrivað, at í sambandi við tónleikafestivalin við Múrin, hevði Hans Jákup útreiðslur á gott kr. 100.000, so tær 25.000 krónurnar koma óivað væl við. Men enn er langt á mál, og tískil fara tónleikararnir enn einaferð at heita á øll, sum vilja lata stuðul um at flyta pening á kontu nummar 6460-1818726 í seinasta lagi í dag kl. 16.00.