Chef Aid flutt oman á Reinsaríið

Kl 17 í dag byrjar stóra konsertin Chef Aid. Konsertin, sum upprunaliga skuldi verða hildin í Sjónleikarhúsinum, er nú flutt oman á Reinsaríið í Tórsgøtu. Sigast kann ikki annað enn, at tað verður ein spennandi og fjølbroytt konsert, tá Martin Joensen, Hallur Joensen, FAROE5, MC Hár, The Ghost, Boys In A Band, Guðrið, Ladyfire, 200 og SIC í dag fara at spæla á Reinsarínum frá kl 17.

 

Atgongumerki fáast við dyrnar fyri í minsta lagi kr. 200.

 

Chef Aid er til frama fyri kokkin, Hans Jákup Garðalíð, ið borðreiddi fyri tónleikarunum í Roykstovuni Kirkjubø eftir framførslurnar við Múrin.

 

Endamálið er heilt einfalt at savna pening inn til tær ovurstóru rokningarnar, ið Hans Jákup Garðalíð situr eftir við, nú festivalurin er farin av knóranum.