CHED kabinet ella kabaret??

Eg vil, vegna Sambandsflokkin heita á løgmann um at geva øðrum floksleiðarum møguleikan at seta nýggjan róðursmann og at seta nýggja manning í landsins leiðslu

Samgongan hevur mist sín legitimitet aftan á dagin í løgtinginum fríggjadagin. Tað er staðfest fleiri ferðir, eftir at bæði Høgna Hoydal og Jóanes Ejdesgaard spældu høgt spæl við at royna at hótta Føroya Løgting til at atkvøða við CHED uppá fiskivinnupolitikkin. Hetta slagið taptu teir og mugu tí endaliga staðfesta at legitimiteturin hjá samgonguni er burtur.

At farið út nú og sagt, at vit hava sagt ósatt fyri Føroya Løgtingi og Føroya fólki, um hvørt hetta var ein kabinetspurningur ella ikki, vildi ikki bert verið at skatt trúvirðið á okkara politisku skipan, men eisini verði pínligt fyri føroyskan politikk.

Føroya land hevur nú ligið í stjórnarloysi síðani valið tann 19. januar, og Føroya fólk spyr av røttum hvat bagir.

Vit hava enn ikki frá landsins stjórn fingið eina politiska fíggjarlóg, sum setir kós fyri Føroya Fólk, men liva við eini fíggjarlóg, har nakrar konti vórðu justeraðar við uml. 20 mió. kr. og restin eru framskrivingar.

 

Samgongan hevur mist meirilutan tá talan er um útbyggingar á tunnilsøkinum.

Samgongan hevur mist meirilutan tá talan er um fiskivinnupolitikk.

Samgongan hevur mist meirilutan tá talan er um landbúnaðarpolitikk

 

Samgongan hevur eisini blakað eitt uppskot um landbúnaðarlóggávu fyri løgtingið í óðum verkum, sum kollveltir allan landbúnaðin, t.v.s tvey uppskot innan fyri eina viku, sum hevur sent bæði fiskivinnu og landbúnaðarvinnu í koma.

Harumframt var eisini staðfest hóskvøldið í Degi og Viku frá Torbjørn Jacobsen landstýrismanni í fiskivinnu- og tilfeingismálum, at um niðurskurður í fiskidøgum var minni enn 20%, so var hann ikki landstýrismaður meira.

Føroya fólk ynskir sær eitt kabinett og ikki eina kabarett.

Eg fari tí vegna Sambandsflokkin at heita á Jóannes Eidesgaard um at geva øðrum floksleiðarum møguleikan at seta nýggjan róðursmann og at seta nýggja manning umborð. Hetta er tað vit á politiskum máli kalla, at løgmaður heitir á løgtingsformannin um at skipa fyri einum formansumfari.