CHE og tunnilsætlanir

Fleiri miðlar og onkur samgongulimur hava ført fram at: “Uppskotið hjá BankNordik er tað sama, sum hjá CHE-samgonguni”. Hetta er ikki rætt. At Vágatunnilin og Norðoyartunnilin skulu fíggja Skálafjarðatunnilin, var ongantíð partur av tunnilsætlanini hjá CHE.

Misskiljingin stendst helst av úttalilsum hjá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, sum hevur drigið paralellin til ætlanirnar hjá CHE. Og rætt er tað, at uppskotini líkjast í tann mun, at Skálafjarðatunnilin, sum verður ein ógvuliga sentralur partur av okkara samferðslukervi, best verður gjørdur sum ein almenn verkætlan.
Fíggja útbyggingar
Í tunnilsuppskotinum hjá CHE var ætlanin, at tað yvirskotið, sum ABC-samgongan nú hevur samtykt skal fara í lummarnar á privatum – heldur skuldi nýtast at fíggja ein part av Sandoyartunlinum. Tað hevði verið sonn vinn-vinn-støða. Øll, sum brúktu Eysturoyar-Streymoyar farleiðina, høvdu kunna ferðast skjótari og bíligari enn í dag. Eingin hevði komið at goldið meira, enn eftir verandi privatu tunnilsætlan, har eitt fitt yvirskot er innbygt. Og landið kundi munandi betri forsvara, at tað gjørdi ein undirsjóvartunnil til øki, har fast vegasamband longu er, júst tí at yvirskotið bleiv brúkt at fíggja part av aðrari neyðugari útbygging av samferðslukervinum - til gangs fyri allar Føroyar.
Samhaldsføst fígging
Tað hevði hvørki verið rætt ella rættvíst eina at latið tey, sum nýta Vágatunnilin og Norðoyartunnilin – í flestu førum norðoyingar og vágafólk – goldið Skálafjarðatunnilin. Kortini kunnu nógv skilagóð argument vera fyri at leggja tunnilsfeløgini saman, so eitt sterkt felag við drúgvum royndum kemur at reka allar undirsjóvartunlarnar. Men, tað eigur ikki at merkja, at verandi undirsjóvartunlar skulu fíggja Skálafjarðatunnilin.
Allar útrokningar vísa at Skálafjarðatunnilin er ein íløga, sum fer at bera seg væl. Ferðslugrundarlagið er so mikið gott, at longu fyrsta árið bilar koyra ígjøgnum, fer inntøkan sambært inntøkumetingum, at liggja væl omanfyri 100 milliónir krónur. So har verður ríkiligt at fíggja rentur og avdráttir, og tunnilin er tí sjálvfíggjandi. Men, sjálvandi má tað almenna partafelagið, sum átekur sær eitt milliardalán, vera eitt sterkt og fíggjarliga trygt felag.
Í kortunum hjá CHE lá annars eisini, at gerast skuldi ein samhaldsfasturleistur fyri, hvussu víðari útbygging og rakstur av samferðslukervinum skal fíggjast.