Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um at fáa talið av útbúgvingarplássum at samsvara við talið av teimum ið søkja sær útbúgving. Hinir flokkarnir feldu uppskotið.
Sjálvstýrisflokkurin vil brúka almenna jørð og pengar úr grunnum at byggja kollegiir og bjóða bæði vinnu og sethúsum føroyskan realkreditt. Hinir bara mutlaðu.
Sjálvstýrisflokkurin hevur skotið upp at satsa uppá jarðhita og aðra alternativa orku. Hinir vildu heldur olju.
Men nú er vent í holuni. Nú ljóða allir sum andstøðuflokkar.
Nú ljóða allir sum Sjálvstýrisflokkurin.
Onkur heldur uppá ósamanhangandi skattauppskot. Hetta er júst sami flokkur sum til seinasta val í lýsingum lovaði 40 – rættað til 60 – milliónir eyka til skúla. Síðani er bara spart í mentamálaráðnum.
Annar flokkur lovar nú 40% skatt – men hevur í farna valskeiði samtykt at fara uppum 50%. Tann flokkurin er altíð við uppá at brúka almennar pengar til rakstrarstudning og loftingarpolitikk, tí kemur hann ongantíð til at lækka skattin.
Hartil kostar skeivi fiskivinnupolitikkurin hálva milliard í mistum avreiðingarvirði – sambært Vinnuhúsinum.
Hvar er tá trúvirðið hjá hesum flokkum ið rátt hava?
Álvaratos, tit hava roynt bæði CHE og ABC – veljið nú D!