Chavez tapti

Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, tapti í gjár eina fólkaatkvøðu um at geva forsetanum størri vald og fleiri heimildir Men munurin var sera lítil. Tá uppteljingin var liðug, høvdu 49,29 prosent atkvøtt fyri at geva forsetanum størri vald, og 50,7 prosent høvdu atkvøtt ímóti.

Fólkaatkvøðan snúði seg um at broyta grundlógina, og tað hevði millum annað havt við sær, at forsetin kann veljast aftur og aftur, og at forsetaembætið hevði fingið rúmari heimildir.

Serliga tey lesandi hava verið harðliga ímóti at geva forsetanum størri vald. Tey søgdu seg stúra fyri, at hetta kundi gera Venesuela til eitt einaveldi.