Chavez styðjar loysingarmenn

Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, segði í gjár, at hann styðjar tær kreftirnar í Abkhasia og Suðurossetia, sum gjørdu av at loysa tey bæði lýðveldini frá Georgia og at leita sær russiska vernd ístaðin fyri.

Chavez er á almennari vitjan í Russlandi, og tað var á einum fundi við Dmitrij Medvedev, forseta, at hann segði seg styðja loysingarkreftirnar í Abkhasia og Suðurossetia.

Seinasta summar var kríggj ímillum Georgia og Russland um tey bæði lýðveldini, sum seinni hava lýst sjálvstøðug við stuðuli frá russum.