Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, segði í gjárkvøldið, at hann fer aftur til Kuba at halda fram við krabbameinsviðgerðini. Chavez kom aftur til Venesuela fyri fjúrtan døgum síðani eftir eina skurðviðgerð í Kuba. Síðani hevur ljóðað, at hann skuldi til Brasil at fáa viðgerð, men í gjárkvøldið boðaði hann frá, at hann fer aftur til Kuba.
Í einari fráboðan, sum forsetin kunngjørdi á trappuni uttan fyri forsetaborgina, bað hann Kongressina um loyvi til at fara til Kuba í dag, so hann kann fáa kemoviðgerð har. Hann nevndi ikki, hvussu leingi hann verður burturstaddur.
Viðhaldsfólk forsetans siga, at hann verður frískur skjótt, men sjúkan hevur fingið fleiri at ivast í heilsu hansara, og um hann verður førur fyri at stilla upp á forsetavalinum næsta ár.