Chavez fær stór lán í Kina

Tað stendur ikki á hjá Venesuela at læna pengar úr Kina. Í gjár greiddu venesuelski forsetin, Hugo Chavez, frá, at landið hevði lænt fýra milliardir dollarar úr einum kinesiskum banka, og í dag varð kunngjørt, at ein annar kinesiskur banki hevur lænt venesuelsku stjórnini aðrar fýra milliardir dollarar. Pengarnir skulu brúkast til íbúðarbygging.

Hugo Chavez hevur sagt, at hann ætlar sær at stilla upp til á forsetavalinum næsta ár, og sum valagn hevur hann lovað at byggja tvær milliónir íbúðir tey næstu seks árini. Júst vantandi bústaðarmøguleikar eru ein stórur trupulleiki í Venesuela.

Kinesarar eru eisini uppi í oljuvinnuni í Venesuela, sum framleiðir umleið tríggjar milliónir tunnur av olju um dagin.