Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, ætlar sær ikki frá í bræði. Tvørturímóti ætlar hann sær at verða sitandi í forsetaembætinum í 20 ár afturat, sjálvt um tað krevur, at venesuelska grundlógin má broytast. Í einari røðu fyri tjóðini í gjár segði Chavez, at hann ætlar sær at brúka tey næstu 10 árini til at fullføra ta sosialistisku verkætlanina, sum hann hevur sett í verk. Tey, sum eru ímóti tí umstrídda forsetanum, siga, at hann ætlar sær at verða sitandi í leiðaraembætinum eins og vinmaðurin í Kuba, Fidel Castro.










