Hondin ristir sum ein tamburin. Men kortini ganga teir skít fyri rock n’roll!
Veteranarnir í Chase smæðast á ongan hátt burtur, tá ið tað snýr seg um at smyrja tjúkt av grovleikum upp á tekstirnar.
Og tey tvey nýggju stakløgini, sum komu út leygarkvøldið 31. mai, bróta á ongan hátt henda gamla Chase-sið. Heldur ikki tá ið tað snýr seg um tónleikin.
Alt varsemi og fyrivarni er tveitt fyri borð, og har er full ferð á við uppblástum rock-riffum og kringlutum solo’um. Trummur og bassur buldra sum ongantíð áður, og sangurin her skrálandi hásur.
»Gev Mær Mítt Medisin« og »Alt Fyri Rock n’Roll« eru útkomin í samband við, at tað í ár eru 25 ár síðani, at bólkurin spældi á fyrsta sinnið.
Ætlanin er at geva eitt staklag afturat út seinni í ár, og onkrar live-framførslur fara eisini at koma upp á tal.
Chase eru:
⁃ Edmund Jacobsen - sang
⁃ Niclas Johannesen - guitar
⁃ James Olsen - trummur
⁃ Mikkjal Joensen - bass
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra lagið »Gev Mær Mítt Medisin«










