Chase á nýggjárskonsert

Chase fer at spæla á nýggjárskonsertini saman við All That Rain og Eyðun og Terja

 

Tónleikur

Pop.fo


Nú er gjørt av, hvørjir bólkarnir verða á árligu nýggjárskonsertini í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Konsertin verður 29. desember.

Talan verður um tríggjar væl kendar bólkar, sum hava gjørt nógv um seg gjøgnum árini.

Høvuðsnavn á konsertini verður rockbólkurin Chase, sum seinni í vikuni kemur við næstu fløgu teirra. Tann fyrra kom fyri 10 árum síðani.

Chase hava verið nógv frammi í ár, nú nógv tónleikaáhugað hava fylgt við í arbeiðnum hjá teimum við nýggjari útgávu. Nú er hetta arbeiðið komið so langt, at nýggja fløgan verður løgd fyri almenningin fríggjadagin.


Aftur á pall

Tá arbeiðið við fløguni hjá Chase fór í gongd, segði sangarin í bólkinum, Edmund Jacobsen, at hann vildi gjarna sleppa aftur á pallin saman við Chase. Hetta gerst nú veruleiki, tí fyri fyrstu ferð í fleiri ár fer Chase at spæla live.

Chase spældi nógv seinast í 80?unum og fyrst í 90?unum, men síðani teir góvust hava teir bert havt onkra hendinga framførslu.

Nú fara teir at spæla sangir av nýggju fløguni, umframt at teir helst fara at tríva í onkran gamlan slagara, sum gjørdi teir so væl dámdar fyri 10 árum síðani.


Hans á odda

All That Rain gav tíðliga í summar út eina fløgu, og síðani ymiskt hent við bólkinum. Jens Marni Hansen, sum var frontfigurur í bólkinum, segði upp, tí hann hevði ikki hug at gera so nógv við tónleikin.

Síðani er nýggjur maður komin í hansara stað, og tað er eisini ein maður, sum bæði syngur og spælir gittar. Hans Ravnsfjall hevur longu roynt seg á onkrum smærri konsertum við All That Rain, og næstu tíðina verður onkur framførsla afturat á skránni.

Higartil hevur tað gingið væl hjá nýggja All That Rain. Teir hava vant nógv, og Hans Ravnsfjall hevur víst dygir sum sangari og gittarspælari.


Eisini poppur

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen verða triðji bólkurin á konsertini. Her er talan um tveir av fremstu poppkomponistunum í landinum. Teir hava skrivað eina øgrynnu av sangum, hvør sær og eisini saman, og slagararnir hjá teimum teljast á meira enn bæði einari og tveimum hondum.

Eyðun og Terji fara at hava bólkin hjá sær afturat sær, og teir fara at spæla nakrar av teimum sangunum, sum fólk kenna frá seinastu 20 árunum í føroyskum tónleiki.

Tað er Kyndil, sum skipar fyri nýggjárskonsertini.