Rock-bólkurin, sum risti føroyska tónleikapallin seinast í 80´unum og fyrst í 90´unum, verður at hoyra og síggja á SummarFestivalinum í august Teir vóru millum best umtóktu bólkarnar í Føroyum í fleiri ár, og við rocktónleiki í altjóða flokki livdu teir dreymin á føroyskum palli.
Teir hava givið tvær fløgur út, og sangir sum Fyrstu Ferð, Two Heart, Sjey Míl Frá Hollywood og Niðasta Brúgv eru millum varðarnar, sum standa eftir bólkin.
Í ár fyllir Chase 20 ár, og føðingardagurin skal haldast við rimmar framførslu á Summar Festivalinum.
- Vit hava tosað um tað leingi, men bara soleiðis leystliga. Í ár eru 20 ár liðin, síðani vit byrjaðu at spæla, og vit hava tosað um at gjørt okkurt í hesum sambandi. Tað verður so framførslan á Summar Festivalinum, sigur Edmund Jacobsen, sangari í bólkinum.
- Á Summar Festivalinum fara vit at spæla tað besta úr kataloginum - mest løg frá báðum fløgunum, men helst eisini okkurt einstakt coverlag, og møguliga okkurt nýtt, sigur Edmund Jacobsen.










