VAL
Tórshavn: Miðflokkurin fekk ein løgtingslim valdan á ting á valinum 30. apríl. Hesin gjørdist eins og við undanfarna val Jenis av Rana, ið varð valdur í Suðurstreymoyar valdømi. Jenis fekk 298 persónligar atkvøður, og Miðflokkurin fekk tilsamans 601 atkvøður í Suðurstreymoy, sum er ein lítil helvt av samlaða atkvøðutalinum hjá Miðflokkinum.
Á øðrum plássi hjá Miðflokkinum í Suðurstreymoy stóð á jøvnum. Tey bæði, Charlotta á Váli Olsen og Jónfinn Olsen, fingu bæði 47 atkvøður. Tískil skuldi lutakast til fyri at gera av, hvør av teimum skal gerast varamaður hjá Jenisi. Tey valstýrið fyri Suðurstreymoy, ið tekur lut.
Lutakastið hevur verið, og valið fall á Charlottu á Váli. Hon skal sostatt taka sæti á tingi fyri Jenis av Rana, tá hann ikki kann vera tilstaðar.
Seinastu fýra árini er tað meira enn so komið fyri, at Jenis hevur verið burturstaddur, og varamaðurin hevur tikið sætið ístaðin.
Charlotta á Váli Olsen er 47 ára gamul og ættað úr Klaksvík. Hon er útbúgvin pedagogur og starvast til dagligt sum leiðari á frítíðarskúla.