Charlie Sheen blandar seg upp í grindadrápið

Charlie Sheen, kendur frá millum øðrum Two and a half men, blandar seg nú upp í grindadrápið

Charlie Sheen, amerikanskur sjónleikari kendur frá sjónvarpsrøðini Two and a half men og filmum sum Hot Shots, Wall Street og Scary Movie 3, 4 og 5, talar nú at føroyska grindadrápinum.

 

Eftir grindadrápið á Sandi í gjár, legði løgreglan hald á tríggjar av skjóttgangandi bátunum hjá Sea Shepherd, har ímillum BS Sheen, sum amerikanski sjónleikarin hevur givið felagsskapinum.

 

- Føroyskir grindamenn slaktaðu beistaktiga ein heilan flokk av 33 grindahvalum í dag - fleiri ættarlið tikin úr havinum - og Danmark er samsekt í drápinum, sigur sjónleikarin í tíðindaskrivi frá Sea Shepherd.

 

- Eg eri stoltur av, at ein bátur, ið ber mítt navn, var tilstaðar, og gjørdi tað, hann kundi fyri at steðga hesi skarnsgerð, sigur hann.

 

- 40-fóts Zodiac báturin, nevndur BS Sheen, sum eg havi latið ótroyttiliga og hetjukenda stríðið harra Watsons, er vanæriliga lagdur hald á. Okkurt má gerast við hetta slagið av svikafullum og beistaktigum muturi, skjótt og eirindaleyst, sigur Charlie Sheen.