Charlie Hebdo útselt

Ætla at prenta 5 milliónir eintøk.

Franska satiru blaðið, Charlie Hebdo, prentaði nógv fleiri uppløg enn vanligt, nú tað kemur út fyri fyrstu ferð síðani álopið á tey. Longu nú er útselt.

Tað vóru óvanliga langar bíðirøðir uttanfyri sølubásar í morgn, sum høvdu fyrsta eintaki av Charlie Hebdo blaðnum, síðani álopið á skrivstovuna mikudagin í farnu viku.

Vanliga verða millum 30-60 túsund eintøk av satirublaðnum prentað, men í kjalarvørrinum av álopinum á blaðið, sum festi í kjak um allan heimin um vernd av framsøgufrælsinum, vóru ikki færri enn tríggjar milliónir eintøk send út í sølubúðirnar á seks ymiskum málum. 

Sambært enska blaðnum, the Guardian, vóru bíðrøðirnar og áhugin somikið stórur kring sølustøðini, at fyrstu eintøkini vórðu útseld eftir bert fáum minuttum. Avgjørt varð tí at prenta upp aftur fleiri eintøk.

Í morgun valdi prentstøðin, at økja upplagið við tveimum milliónum - altso verða fimm milliónir eintøk prentað í alt, sigur Véronique Faujour, forkvinna fyri prentstøðina, við AFP.

Eisini í Onglandi hevur áhugin verið stórur at ogna sær eitt eintak av søguliga blaðnum. Jamie Johnson sigur við the Guardian, at beint eftir hann hevði ognað sær eitt eintak av Charlie Hebdo fyri €3, fekk hann eitt boð upp á €10 fyri blaðið.

Á eBay hava seljarar úr Stórabretlandi fingið boð upp á ikki færri enn £500 - ella góðar 4.800 føroyskar krónur - fyri fyrsta Charlie Hebdo eintaki, síðani ræðuliga álopið, ið kostaði 12 mannalív.