Franska satirublaðið Charlie Hebdo hevur gjørt av at endurprenta keiputekningarnar av Mohammed profeti, nú 14 fólk í dag skulu fyri rætt í París, har tey eru ákærd fyri at hava hjálpt yvirgangsmonnunum, sum í januar í 2015 beindu fyri 12 fólkum í og uttan fyri redaktiónina hjá Charlie Hebdo.
12 fólk lótu lív í upprunaliga álopinum á Charlie Hebdo, tá vápnaðir yvirgangsmenn tóku seg inn á redaktiónina, og næstu tríggjar dagarnar lótu fimm fólk lív aftrat.
Yvirgangsálopini í Charlie Hebdo løgdu síðani lunnar undir eina røð av yvirgangsatsóknum kring Frakland, sum hava kostað 250 fólkum lívið.
Tey 14 eru ákærd fyri at hava fingið skotvápn til vega til álopsmenninar og annars at hava veitt teimum logistiskan stuðul til atsóknirnar. Trý teirra, tríggir menn, verða kortini ikki til staðar í rættinum, tí teir eru horvnir í Sýrialandi og Irak.
Upprunaliga skuldi rættarsakin verið fyri fýra mánaðum síðani, men koronustøðan í Fraklandi gjørdi, at neyðugt var at útseta málið.