Charlie Austin fær leikbann komandi tríggjar dystirnar

Áleyparin hjá Southampton, Charlie Austin fær leikbann í tríggjar dagar fyri at sparka málverjan hjá Huddersfield, Jonas Løssl í andlitið

Tað fær nú avleiðingar fyri áleyparan hjá Southampton, Charlie Austin, at hann sparkaði danska málverjan hjá Huddersfield, Jonas Løssl í andlitið. 

 

Enska fótbóltssambandið hevur handlað skjótt, og FA hevur givið Charlie Austin leikbann tríggjar teir komandi dystirnar í Premier League. 

 

Hendingin fór fram í Premier League dystinum millum Southampton og Huddersfield á St. Mary leikvøllinum í Southampton farna leygardag. Dysturin annars við javnleiki 1-1.

 

Jonas Løssl breyt nøsina, og høvuðsvenjarin hjá Huddersfield, David Wagner var sera firtin um, at dómarin ikki vísti Charlie Austin reyða kortið beinavegin fyri ógerðina. 

 

- Eg havi sæð videoupptøkurnar. Og hetta er nakað, sum sjáldan hendir. Eg dámi ikki at siga tað, men fyri mær sær tað út, sum Charlie Austin framdi gerðina við vilja, segði David Wagner við enskar miðlar aftaná dystin.

 

Høvuðsvenjarin hjá Southampton, Mauricio Pellegrino vardi Charlie Austin aftaná dystin: - Eg eri vísur í, at Charlie Austin ikki gjørdi tað við vilja, segði Mauricio Pellegrino.