Charley Pride er lendur

Kenda amerikanska countrystjørnan, sum skal hava konsert í Havn í annaðkvøld, er komin til landið. Charley Pride og Hallur Joensen fara at syngja ein sang saman. Charley Pride og fylgi eru lend á flogvøllinum í Vágum fyri løtu síðani. Atlantsflog var í Dublin eftir teimum, og ferðin til Føroya gekk væl.

 

Charley Pride sigur, at konsertin í Írlandi var tann besta konsertini, hann hevur havt har, síðani hann fyrstu ferð vitjaði Írlandi í 1974. Charley Pride er væl fyri og fer at geva alt, sum hann eigur, á konsertini á Hálsi í annaðkvøld.

 

Hallur Joensen fer eisini at spæla á konsertini, og avgerð er tikin um, at teir Hallur og Charley Pride fara at syngja ein sang saman - helst verður tað Kiss An Angel Good Morning.

 

Konsertin við Charley Pride verður í ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið kl. 18.00, og forsølan av atgongumerkjum á Effo-støðunum endar í dag kl. 18.00.