Í Bretlandi eru fólk á gosi, eftir at tað er komið fram, at tríggir svenskir ferðamenn av tilvild endaðu í einum borðhaldi hjá Charles prinsi.
Teir tríggir sviarnir vóru í einum ferðalagi, sum var og hugdi at slottinum Holyrodhouse í Edinburgh í Skotlandi. Brádliga mistu teir hini ferðafólkini burtur, og tá teir royndu at finna tey aftur, komu teir til eitt rúm, har Charles prinsur sat og át døgurða saman við øðrum.
Ein talsmaður hjá bretsku løgregluni sigur við svenska blaðið Expressen, at teir tríggir sviarnir vóru bara nakrar metrar frá prinsinum, tá teir vórðu steðgaðir. Talsmaðurin viðgongur, at trygdareftirlitið sveik. Sambært bretskum fjølmiðlum bleiv Charles kunnaður um teir tríggjar vilstu ferðamenninar, og kongshúsið sigst hava funnist hvassliga at eftirlitinum.










