Í kvøld verða tvær fyrru 1/8-finalur í Champions League. Dystirnir eru Tottenham – Borussia Dortmund og Ajax – Real Madrid.
Tað eru tvey lið, sum hava nógvar skaðar, ið møtast á Wembley í kvøld. Tottenham er uttan Harry Kane, Dele Alli og Ben Davis, meðan Danny Rose er ivasamur. Borussia Dortmund er uttan Marco Reus, Lukasz Piszczek, Julian Weigl og áleyparan Paco Alcacer.
Júst hesi bæðini liðini møttust í bólkaspælinum í farnu kapping. Tá vann Tottenham báðar dystirnar. Lagt verður upp til ein tvísdyst millum nýggja enska stjørnuskotið í Dortmund, Jadon Sancho, og Jan Vertongen hjá Tottenham. Hann er miðverji, men má helst avloysa Danny Rose á vinstra bakki í kvøld.
Real Madrid er favorittur
Á Johan Cruyff Arena í Amsterdam møast tvey feløg við stoltari søgu í Champions League. Samanlagt hava hesi bæði feløgini vunnu kappingina 17 ferðir. Verandi meistarnir úr Real Madrid hava vunnið 13 ferðir, og Ajax fýra ferðir – seinast í 1995.
Fyri Ajax kemur tað væl við at stórtalentið, Frenkie de Jong, er tøkur. Hann skiftir í summar til FC Barcelona. Fyri Real Madrid eru flestu spælararnir tøkir. Undantakið er Isco, sum hevur trupulleikar við nakkanum.
Real Madrid er stórfavorittur at vinna uppgerðina. Seinastu seks ferðirnar liðini hava spælt hevur Real Madrid vunnið allar við málúrtøkuni 20-2. Seinast Ajax vann á Real Madrid var í 1995, tá málskjúttarnir vóru Jari Litmanen og Patrick Kluivert.
Champions League 1/8-finalur:
Tottenham – Borussia Dortmund (20.00)
Ajax – Real Madrid (20.00)
Í gjár:
Manchester United – PSG 0-2 (0-0)
0-1 Presnel Kimpembe, 53
0-2 Kylian Mbappé, 60
AS Roma – FC Porto 2-1 (0-0)
1-0 Nicolo Zaniolo, 70
2-0 Nicolo Zaniolo, 76
2-1 Adrian Lopez, 79