Dysturin millum Real Madrid og Manchester City í kvøld er helst ein tann dýrasti dysturin í fótbóltssøguni.
Í kvøld byrjar Champions League bólkaspælið og tað við einum brakið av einum dysti. Í bólki D, sum telur meistaraliðini úr Spania, Onglandi, Hollandi og Týsklandi, møtast Real Madrid og Manchester City á Santiago Bernabeu í Madrid.
Liðini telja nakrar av dýrastu leikarunum í heiminum. Cristiano Ronaldo og Kaka eru tveir teir dýrastu leikarunum í heiminum, meðan Manchester City hevur keypt inn fyri fleiri milliardir krónur seinnu árini.
Bólkur D er uttan iva sterkasti bólkurin í Champions League kappingini hesaferð. Umframt Real Madrid og Manchester City, so eru Borussia Dortmund og Ajax eisini í bólkinum.
Champions League:
Týsdag 18. septembur
Bólkur A:
Dinamo Zagreb (Kroatia) - FC Porto (Portugal) 19:45
PSG (Frakland) - Dynamo Kyiv (Ukreina) 19:45
Bólkur B:
Montpellier (Frakland) - Arsenal (England) 19:45
Olympiakos (Grikkaland) - Schalke 04 (Týskland) 19:45
Bólkur C:
AC Milan (Italia) - Anderlecht (Belgia) 19:45
Málaga (Spania) - Zenit Skt. Pætursborg (Russland) 19:45
Bólkur D:
Real Madrid (Spania) - Manchester City (England) 19:45
Borussia Dortmund (Týskland) - Ajax (Holland) 19:45
Mikudag 19. septembur
Bólkur E:
Chelsea (England) - Juventus (Italia) 19:45
Shakhtar Donetsk (Ukreina) - FC Nordsjælland (Danmark) 19:45
Bólkur F:
Bayern München (Týskland) - Valencia (Spania) 19:45
Lille (Frakland) - BATE Borisov (Hvítarussland) 19:45
Bólkur G:
FC Barcelona (Spania) - Spartak Moskva (Russland) 19:45
Celtic (Skotland) - Benfica (Portugal) 19:45
Bólkur H:
Manchester United (England) - Galatasaray (Turkaland) 19:45
Braga (Portugal) - CFR Cluj (Rumenia) 19:45










