Lutakastið fer fram í høvðusstøðini hjá UEFA í Nyon í Sveis. Tað verða aðalskrivarin hjá UEFA, Gianni Infantion, og fyrrverandi spanski landsliðsspælarin, Emilio Butragueno, ið skulu draga lut. Í fjórðingsfinalunum er liðini ikki seedaði, so øll kunnu møta øllum. Tað var ikki tilfeldi áðrenn fjórðingsfinaluna.
Fyrru fjórðingsfinalurnar verða leiktar 30. og 31. mars, meðan seinnu fjórðingsfinalurnar verða leiktar 6. og 7. apríl. Hálvfinalurnar verða leiktar seinni í apríl mánað og finalan 22. mai í Madrid.
Tað er møguligt at fylgja lutakastinum á heimasíðuni hjá UEFA. (www.uefa.com)
Tey átta liðini, ið skulu spæla fjórðingsfinalu eru:
FC Barcelona
Manchester United
Arsenal
Inter Milan
Bordeaux
Lyon
CSKA Moskova
Bayern Munchen