Hann var ein av hetjunum í Champions League finaluni ímóti Bayern Munchen, og nú hevur Petr Cech skrivað nýggjan fýra ára sáttmála við Chelsea.
Síðani 2004 hevur tjekkiski landsliðsmálverjin staðið í Chelsea málinum. Nú er greitt, at tað verður eisini hann, ið skal verja málið komandi fýra árini. Síðani hann kom til felagið frá franska Rennes hevur Chelsea millum annað vunnið trý Premier League heitið, fýra ferðir FA Cup, tvær ferðir Carling Cup og nú eisini eitt Champions League heitið.
- Eg eri fegin um at skula halda fram í hesum góða felagnum í fýra ár aftuat. Vónandi verða tey komandi fýra árini eins góð og tey farnu átta, sigur Petr Cech við heimasíðuna hjá felagnum.
Petr Cech hevði bara eitt ár eftir á sáttmálanum, men helst munnu avrikini hjá honum í Champions League hava sannført Roman Abramovich um at halda fast um málverjan. Í Champions League finaluni valdi hann røttu síðu í øllum fimm brotsspørkunum hjá Bayern Munchen í brotssparkskappingini. Hann bjargaði tveimum, umframt at hann eisini bjargaði einum brotssparki í umdystinum.