Champions League: Hesum kann KÍ møta

KÍ kann millum annað møta Víkingi Reykjavík og Gunnari Vatnhamar

Tað er nú greitt hvørjum KÍ kann møta í Champions League undanspælinum. KÍ er styrkismett í bólki 2 saman við HJK Helsinki (FIN), FC Flora Tallinn (EST), Shamrock Rovers (IRL) og FC RFS (LVA).

 

Liðini, sum KÍ kann møta, eru NK Celje (Slovenia), Larne FC (Norðurírland), FK Panevezys (Litava), Vikingur Reykjavík (Ísland) og FC Differdange 03 (Luksemborg). Lutakastið verður í morgin klokkan 13.

 

Dystirnir verða spældir 9.- 10. og 16.-17. juli 2024.

 

Bólkur 2

 

Styrkismett

 

HJK Helsinki (FIN)

 

FC Flora Tallinn (EST)

 

KÍ Klaksvík (FRO)

 

Shamrock Rovers (IRL)

 

FC RFS (LVA)

 

Ikki styrkismett

 

NK Celje (SVN)

 

Larne FC (NIR)

 

FK Panevezys (LTU)

 

Vikingur Reykjavík (ISL)

 

FC Differdange 03 (LUX)