Lutakastið til 1/8 finalurnar í Champions League hevur verið í dag. Tað eru fleiri spennandi uppgerðir á pappírinum, men eisini uppgerðir, har ein rímiligur favorittur er.
Á pappírinum er størsta uppgerðin nokk millum FC Barcelona og Paris Saint Germain. Lionel Messi og hansara menn misti fyrsta plássið í bólkinum í bólkafinaluni móti Juventus. Munurin er at møta PSG og FC Porto, sum Juventus skal møta. FC Barcelona og PSG hava eina søgu í hesi kappingini, har PSG vann fyrra dystin 4-0, men tapti 6-1 á Camp Nou.
Liverpool skal møta RB Leipzig, sum í bólkafinaluni sendi Manchester United í Europa League. Liverpool vann kappingina í 2019, men í farnu kapping kom RB Leipzig heilt til hálvfinaluna. Chelsea skal møta Atletico Madrid, sum eisini verður mett sum ein rímiliga jøvn uppgerð. Tað sama kann sigast um Sevilla og Borussia Dortmund.
Nakrir favorittar eru eisini. Bayern München skal til Italia at spæla móti Lazio í fyrru uppgerðini. Verandi vinnararnir av Champions League, Bayern München, eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna kappingina.
Manchester City skal spæla móti Borussia Mönchengladbach, sum kom viðari við reyvini í vatnskorpuni. Real Madrid er eisini favorittur at vinna á Atalanta, men italska mótstøðuliðið er ikki at spæla við.
1/8 finalurnar verða spældar í feburar og mars 2021.
Champions League 1/8 finalur:
Borussia Mönchengladbach mod Manchester City
Lazio mod Bayern München
Atletico Madrid mod Chelsea
RB Leipzig mod Liverpool
FC Porto mod Juventus
Barcelona mod PSG
Sevilla mod Dortmund
Atalanta mod Real Madrid











